Skalli undir fjalli byr
garpar til hann ríða:
Táð var honum til eydnu lagað
hann átti dóttur fríða.
Há trummar í høll
hermenn ríða fram
Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann.
Eirikur gongur frá strondum niðan
ein vid ongar sveinar
Hann sær frúgv við akur sita
talar við hana eina.
Há trummar í høll
hermenn ríða fram
Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann.
Tað var mær til eydnu lagad
eg skuldi akur goyma
Siti eg úti árla og síðla
eg kann ikki vánir gloyma
Há trummar í høll
hermenn ríða fram
Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann.
Eg vi teg við sømdir fá
ást og góðan vilja
fagra teg so til hallar heim
og teg frá vánum skilja
Há trummar í høll
hermenn ríða fram
Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann.
Risin gongur frá srtondum niðan
ein við ongar sveinar
hann sær frúgv við akur sita
talar við hana eina.
Há trummar í høll
hermenn ríða fram
Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann.
Kjaftur hans er ógviligur
nasarnar tær eru langar
So eru hansara kjálkabein
sum fjórðung var at ganga.
Há trummar í høll
hermenn ríða fram
Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann.
Tá ið tú kemur í trongan skógv,
tú hav væl onnur klæði
Rív upp á teg bjørkuvid,
tad javnt við jørðina dragi!
Há trummar í høll
hermenn ríða fram
Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann.
Navn hevur tú av neyðum fingið
so tíni klæði skorin
Tað er ikki á tínari ævi
tú hevur tað tílíkt borið!
Há trummar í høll
hermenn ríða fram
Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann.